Sjey fólk deyð í atsókn í Kabul

Sjey fólk deyð í atsókn í Kabul
Sjey fólk lótu lív og átta fingu skaða, tá fýra menn lupu á afganska kunningarmálaráðið í Kabul
Skotbardagar í Kabul
Mynd: EPA/BBC  
 
20.04.2019 - 15:28

Sjey fólk lótu lív, tá afganska kunningarmálaráðið í Kabul varð álopið. Tað skrivar BBC. Allir fýra álopsmenninir vóru skotnir og dripnir av løgregluni.

Tað var tíðliga fyrrapartin, at ein spreinging var at hoyra í miðbýnum í Kabul. Síðan hildu spjaddir skotbardagar fram í seks tímar, áðrenn tað aftur var friður.

Rørsla frásigur sær ábyrgd

Ein kelda segði, at tað eydnaðist einum av álopsmonnunum at sleppa inn í kunningarmálaráðið í Kabul.

Álopið kom dagin eftir, at tingingar millum afgansku stjórnina og fundamentalistisku Taliban-rørsluna vóru skrædnaðar, men rørslan sigur seg einki hava við atsóknina at gera.  

Fýra sivilfólk og tríggir løgreglumenn lótu lív, meðan átta fólk fingu skaða í álopinum í atsóknini í Kabul.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946