- Tíðindi, mentan og ítróttur
Pressufrælsið hevur tað best í Noregi
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/mikrofon.jpg?itok=qn3wkOUm)
Sambært listanum virkar pressufrælsið best í Noregi, nummar tvey er Finnland, sum annars var á ovasta plássi í fjør. Á triðja plássi er Svøríki. Og hyggja vit at hinum norðurlondunum, so liggur Danmark á 5. plássi og Ísland á 14. plássi.
Frágreiðingin vísur, hvussu hatur og harðskapur móti journalistum í nógvum londum ger teir bangnar.
T.d. í Fraklandi, sum liggur á 32. plássi, har mótmælistiltøkini hjá Gulu Vestunum hava borið í sær, at journalistar, sum hava dekkað mótmælistiltøkini ikki tora at arbeiða uttan lívverju.
USA er nr. 48.
Pressufrælsið hevur ovurstóran týdning, tí journalistar viðgera samfelagið. Grundalagið fyri pressufrælsinum er, at tað skal bera til at kjakast, kunna og viðgera.
Tað merkir, at tað er bannað myndugleikum at sensurera tað, sum er sagt, skrivað ella víst, skrivar felagsskapurin.
Russland er nr. 149, tí Kreml ávirkar journalistar og sensurerar ikki-statsstýrdar fjølmiðlar.
Í hinum endanum á listanum liggur NOrðurkorea nú ikki longur niðast, - pressufrælsið hevur tað ringast í Turkmenistan.