Lítil áhugi fyri býarverkfrøðingastarvi

Lítil áhugi fyri býarverkfrøðingastarvi
Tað eydnaðist ikki Tórshavnar kommunu at seta nýggjan býarverkfrøðing, tá kommunan søkti herfyri
Tórshavnar kommuna fekk bara tríggjar umsóknir, tá søkt varð eftir nýggjum býarverkfrøðingi í mars. Nú verður søkt umaftur
 
18.04.2019 - 11:01

Tað er ikki gravgangur eftir starvinum, sum býarverkfrøðingur hjá størstu kommununi í landinum. Tí má kommunan nú søkja eftir býarverkfrøðingi umaftur.

Tórshavnar kommuna søkti í mars eftir nýggjum býarverkfrøðingi. Men tá umsóknarfreistin var farin 25. mars, vóru bara tríggjar umsóknir komnar inn til starvið. 

Trupult at seta teknisku størvini

- Tað er ikki vanliga ein trupulleiki, tá vit søkja eftir fólki, men tað vísir seg at vera trupult, at fáa fólk til tey teknisku størvini hjá okkum, sigur Bjørgfríð Ludvig, kommunustjóri.

Heini Eysturoy var býarverkfrøðingur fram til ársskiftið, og síðani tá hevur tekniski stjórin í kommununi, Marius Müller, fyribils røkt starvið, sum býarverkfrøðingur.

Tá kommunan lýsti starvið leyst fyri tveimum árum síðani, var áhugin heldur størri; tá søktu fimm fólk starvið, sum býarverkfrøðingur. Umsóknarfreistin er nú sett til 1. mai.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151