- Tíðindi, mentan og ítróttur
Notre Dame brennur
Notre Dame brennur
Kenda dómkirkjan í París, Notre Dame, brennur, og líkt er til, at hon brennur í grund.
15.04.2019 - 18:49
Eitt tað kendast býarteknið í París, Notre Dame dómkirkjan, stendur í ljósum loga.
Líkt er ikki til, at dómkirkjan kann bjargast.
Arbeitt verður við at sløkkja eldin, og eitt stórt økið rundan um er avbyrgt.
Enn er eingin fráboðan um, hví eldur er komin í; men gitt verður, at tað kann stavast frá umvælingararbeiðinum, sum fer fram í dómkirkjuni í hesum døgum.
12 milliónir fólk vitja Notre Dame um árið.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV