23 fólk handtikin eftir ófrið í Keypmannahavn

23 fólk handtikin eftir ófrið í Keypmannahavn
Eldur varð settur á fleiri bilar og mótmælisfólk tveittu grót eftir løgregluni í danska høvuðsstaðnum um vikuskiftið
Fleiri enn 20 eldar vórðu ásettir í ógvusligum ófriði í Keypmannahavn um vikuskiftið
Mynd: DR  
 
15.04.2019 - 07:40

Ófriðurin byrjaði seinnapartin í gjár, tá høgravendi polittikarin, Rasmus Paludan, skipaði fyri mótmælum ímóti islam. Hann mátti flytast av staðnum, har hann skuldi halda røðu.

Politiken skrivar, at 23 fólk eru handtikin. Ófriðurin var ógvusligur, og eldur varð settur á nógvar bilar, eins og mótmælisfólk tveittu grót eftir løgregluni og framdu herverk.

Seint í gjárkvøldið breiddi ófriðurin í Keypmannahavn seg eisini til aðrar partar av býnum, har eldur varð settur á fleiri staðni. 

Fleiri enn 20 eldar ásettir

Í nátt hava nógv løgreglufólk verið í gøtunum í Keypmannahavn. Út ímóti miðnátt vóru yvir 20 eldar í býnum, teir vóru ásettir uppá tveir tímar.

Í nøkrum førum vórðu løgreglufólk álopin, so neyðugt var at hava vápnini klár, men einki skot varð kortini latið av, upplýsir løgreglan fyri DR.

TV2 skrivaði fyrr í morgun, at neyðugt var hjá løgregluni at brúka táragass, tí eldur var settur á fleiri staðni á Christianshavn. Í morgun er aftur friðarligt í Keypmannahavn, eftir ógvusliga ófriðin í gjár, gjárkvøldið og út á náttina

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 12. februar
Skratsj 12. februar 2025
187684
Mikudag 12. februar
Morgunlestur mikudagur 12.februar 2025
186666
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497