- Tíðindi, mentan og ítróttur
Brúka øki til íbúðir ella gistingarhús
Brúka øki til íbúðir ella gistingarhús
Vestmanna kommuna bjóðar út við Kolastykkið og Turkihúsið til bygging.

12.04.2019 - 10:19
Vestmanna kommuna bjóðar nú út Kolastykkið og økið, har Turkihúsið stendur til íbúðarbygging, bygging av gistingarhúsi ella handilsvirksemi.
Kommunan lýsir við hesum í bløðunum í dag.
Greið lýsing skal vera av verkætlanini og tíðarætlan og kostnarmeting skulu eisini fylgja við hjá teimum, ið lata tilboð.
Millum treytirnar frá kommununi er, at Turkihúsið skal takast niður skjótast gjørligt, og í seinasta lagi áðrenn hetta árið er av.
Skrivlig tilboð skulu vera inni í seinasta lagi 15 mai klokkan 12, sæst í lýsingini.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV