- Tíðindi, mentan og ítróttur
Varatingfólk fáa eisini fráfaringarløn

Nevndin, sum varð sett at endurskoða lógina um løn og eftirløn hjá tingfólkum, hevur nú gjørt eitt ískoytistilmæli um fráfaringarlønina hjá varafólki.
Grein 25 nevndin hjá løgtinginum, sum viðger løn og eftirløn hjá tingfólkum, ivaðist í fráfaringarlønini hjá nøkrum varafólkum í løgtinginum.
Nevndin spurdi nevndina, sum gjørdi álitið um lønina og eftirlønina, um fráfaringarlønina hjá varafólkum.
Varafólk fær fráfaringarløn eftir ávísum reglum
Grein 25 nevndin spurdi, hví varafólk, sum eru í tinginum fyri tey, sum fara í landsstýrið, men síðani koma aftur í løgtingið, uttan at val hevur verið, ikki fáa fráfaringarsamsýning.
Ískoytistilmælið, sum grein 25 nevndin fekk í gjár, er, at varafólk, sum hevur verið í løgtinginum í meira enn tríggjar mánaðir og seinastu 30 dagarnar fyri val, fær fráfaringarløn, verður tað ikki afturvalt.
Varafólk, sum eru í løgtinginum fyri landsstýrisfólk, fær fráfaringarløn eftir ávísum reglum, sum lønarnevndin eisini hevur uppskot um.
Ískoytistilmælið, sum grein 25 nevndin fekk í gjár, er harafturat um, at varafólk, sum hevur verið í løgtinginum í meira enn tríggjar mánaðir og seinastu 30 dagarnar fyri val, fær fráfaringarløn, verður tað ikki afturvalt.