Nógvar milliónir afturat til Landssjúkrahúsið

Nógvar milliónir afturat til Landssjúkrahúsið
Løgtingið er biðið um at játta 29 mió. kr. afturat til Landssjúkrahúsið
Landssjúkrahúsið skal hava 29 mió. kr. afturat sambært uppskoti um eykajáttan.
 
10.04.2019 - 12:22

Løgtingið er biðið um at játta 29 mió. kr. afturat til Landssjúkrahúsið.

Uppskotið um eykajáttan kom í løgtingið í gjár.

Til vanliga virksemið vanta 14 mió. kr. og til serviðgerð uttanlands vanta 15 mió. kr. í ár.

Fíggjarmálaráðið sigur, at tað verður ikki góðtikið, at landsstýrið ikki fyrr enn í februar fær at vita, at meirnýtsla er á Landssjúkrahúsinum.

Heilsu- og innlendismálaráðið hevur tí tikið stig til at styrkja fíggjarstýringina í heilsuverkinum fyri at tryggja, at meirnýtslan ikki endurtekur seg.

Heilsuframi

Landsstýrið hevur eisini biðið løgtingið um at lata Fólkaheilsuráðnum 750.000 kr. afturat í ár.

Játtanin er ætlað til at fyrireika verkætlanina Heilsuframi. 

Talan er um eina royndarverkætlan, sum við vegleiðing og tilboðum um kost og rørslu millum annað skal betra heilsuna hjá føroyingum.

Ætlanin er at gera verkætlana saman við einari ella fleiri kommunum, sum vilja, at fólk í kommununi hava møguleika at vera vera við.

Hetta samsvarar við, sigur landsstýrið, at WHO, alheims heilsustovnurin, sigur, at 70 prosent av vaksandi tørvinum á tænastum frá heilsuverkum kring heimin skyldast lívsstílssjúkum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949