- Tíðindi, mentan og ítróttur
Heldur pengar til Heilsuverkið enn til yvirtøku

Full undirtøka er ikki í løgtinginum fyri at yvirtaka ein part av útlendingamálum.
Uttanlandsnevndin hevur skrivað álit um uppskotið hjá landsstýrismanninum í uttanríkismálum um at yvirtaka heimildirnar at taka avgerðir í teimum málum, sum hava størst týdning fyri útlendingar í Føroyum.
Ætlanin er at flyta umsitingarheimildirnar í ávísum útlendingamálum til Føroya.
Eisini er semja við donsku myndugleikarnar um, at tíðaróavmarkað uppihald í Føroyum í framtíðini kann krevja, at útlendingur hevur eitt málsligt tilknýti til Føroyar, ella eitt tilknýti, sum á annan hátt er viðkomandi fyri integrasjónina í Føroyum.
Umboðini hjá samgonguni og Sjálvstýrinum í Uttanlandsnevndini taka undir við yvirtøkuni.
Jákup Mikkelsen og Magni Laksáfoss taka støðu í tingsalinum, og Kaj Leo Holm Johannesen heldur, at pengarnir, sum fara til yvirtøkuna, heldur skulu brúkast í Heilsuverkinum.
Yvirtøkan er mett at kosta 1,8 mió. kr. í øktum lønum hjá Útlendingastovuni.