- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggj útbúgving samtykt

Við 3. viðgerð samtykti tingið eisini einmælt eitt broytingaruppskot frá einari samdari mentanarnevnd um, at kravið fyri at søkja inn á útbúgvingina er arbeiðroyndir í eitt ár.
Í upprunaliga uppskotinum var kravið í minsta lagi tvey ára arbeiðsroyndir, ella viðkomandi útbúgving. Hinvegin feldi løgtingið eitt broytingaruppskot um, at útbúgvingin ikki skal setast í verk fyrr enn 1. januar í 2020.
Bill Justinussen, Joen Magnus Rasmussen, Jógvan á Lakjuni og Jákup Mikkelsen, søgdu í viðmerkingunum til broytingaruppskotið, at Hjálparfólkafelagið hevur víst á, at uppskotið er ikki nóg væl fyrireikað, og felagið skjýtur tí upp at útseta ætlanina og at fyrireika uppskotið betur.
Taka næmingar inn í heyst
Uppskotssetararnir skutu upp at útseta gildiskomuna til 1. januar 2020, so politiski myndugleikin fær betri stundir at gera gera rættingar til uppskotið í samráð við viðkomandi partar, áðrenn útbúgvingin verður sett í verk.
Broytingaruppskotið fall. Átta atkvøður vóru fyri og 21 ímóti. Námshjálparaútbúgvingin verður á Heilsuskúlanum í Hovi, og ætlanin er at taka næmingar inn í heyst.
Við hesi útbúgving fáa ófaklærd hjálparfólk og onnur møguleika at førleikamenna seg og taka eina útbúgving innan námsfrøði.
Útbúgvingin er partur av semjuni frá 14. januar í 2018 millum Fíggjarmálaráðið og Pedagogfelagið um at heita á landsstýrisfólkið í mentamálum um at skipa eina útbúgving til hjálparfólk.