- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lýsa eftir leiðara til nýggjan háskúla
Lýsa eftir leiðara til nýggjan háskúla
Nú verður lýst eftir leiðara til nýggja háskúlan í Sandoynni

09.04.2019 - 12:06
Háskúlin fer undir fyrsta skeiði seinni í ár. Háskúlin hevur millum annað náttúru, mat og umhvørvi á skránni.
Millum førleikarnar, ið væntað verður, at leiðarin hevur, er, at duga at undirvísa og leggja undirvísing til rættis fyri onnur, umframt innlit í landbúnað, matgerð ella aðra gagnnýtslu av náttúru og vøkstri.
Ynskiligt er, at byrjað verður sum skjótast, stendur í starvslýsingini. Umsóknarfreistin er 22. apríl.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV