- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ríkisfundur hósdagin
Ríkisfundur hósdagin
Ríkisfundurin í ár verður hildin í Grønlandi.

08.04.2019 - 07:37
Hósdagin verður árligi ríkisfundurin millum grønlendska landsstýrisformannin, danska forsætisráðharran og løgmann.
Í ár verður ríkisfundurin í Grønlandi.
Fundurin verður hildin í Ilulissat.
Teir tríggir fara at umrøða samstarvið í ríkisfelagsskapinum og evni av felags áhuga, sæst í tíðindaskrivi frá løgmansskrivstovuni.
Í fjør var ríkisfundurin í Føroyum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV