- Tíðindi, mentan og ítróttur
Færri ferðsluóhapp
Færri ferðsluóhapp
Ferðsluhagtøl seinastu 20 árini vísa, at talið á skrásettum ferðsluóhappum er minkandi.

08.04.2019 - 06:09
Seinastu árini hevur løgreglan skrásett millum 500-650 ferðsluóhapp árliga.
Ein fimtingur er parkeringsóhapp, 30-40 óhapp eru, sum hava fólkaskaða við sær, og rúsdrekka er atvoldin til millum 15 og 30 av ferðsluóhappunum, sambært Landsverki, sum á ársfundi í Ráðnum fyri Ferðslutrygd legði tølini fram.
2018 undantikið, tá eingin doyði í ferðsluni, so doyggja vanliga millum 1-6 fólk árliga í ferðsluni á føroysku vegunum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV