Skulu svara semingsuppskoti í morgin

Skulu svara semingsuppskoti í morgin
So leingi semingsstovnurin er uppi í samráðingunum fara manningarfeløgini ikki í verkfall
Terje Sigurðsson, semingsmaður
 
07.04.2019 - 10:20

Semingsstovnurin legði um níggju tíðina í gjárkvøldið eitt semingsuppskot fram í sáttmálatrætuni millum Reiðarafelagið og tey trý manningarfeløgini, Fiskimannafelagið, Skipara- og Navigatørfelagið og Maskinmeistarafelagið. 

Partarnir hava fingið freist til í morgin klokkan 13 at taka støðu til semingsuppskotið.

Semingsstovnurin varð boðsendur 28. mars, og hann útsetti eitt møguligt verkfall í eina viku, til á midnátt í kvøld.

Men so leingi semingsstovnurin er uppi í samráðingunum, verður einki verkfall.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151