- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lóg sum skal banna mismuni ger mismun

Landsfelag pensjónista vísir á, at í viðmerkingunum um lógaruppskotið verður gjørt greitt, at til ber at gera mismun vegna aldur, tað er, tá fólk eru vorðin fólkapensjónistar.
Í rundskrivi hjá Fíggjarmálaráðnum er fráfaringaraldurin hjá alment settum starvsfólkum 70 ár. Arbeiðsmarknaðurin hevur innrættað seg eftir, at tað ber til at koyra fólk frá, tá tey hava nátt ávísan aldur.
Loyvt verður framvegis at gera hendan mismunin, sigur Samferðslumálaráðið í viðmerkingunum um lógaruppskotið. Landsfelag pensjónista heitir á løgtingið um at lóggeva soleiðis, at ikki er loyvt at siga fólki upp fyri aldur.
Annað skriv
Pensjónsaldur skal ikki vera tað sama sum fráfaringaraldur á arbeiðsmarknaðinum, sigur Landsfelagið. Og fráfaringaraldurin skal eisini burtur.
Rættarnevndin hjá løgtinginum, sum hevur lógaruppskotið, hevur eisini fingið eitt annað skriv um sama mál.
Tað er frá Ingrid S. Henriksen, Thordis Skaalum og Bozena Rasmussen, sum eftir trimum døgum hava savnað inn 128 undirskriftir. Tey biðja løgtingið strika 70 ára fráfaringaraldurin hjá tí almenna.
Tey undrast, tá føroyska lógaruppskotið byggir á donsku lógina um forskelsbehandling frá 2016. Í henni er 70 ára fráfaringaraldur strikaður, siga tey.