- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroya rættur skal hava dómsmenn

Føroyingar og danir hava síðani 2017 endurskoðað lógina, sum er meira enn 30 ára gomul. Hetta arbeiðið er nú liðugt og sent til hoyringar.
Millum annað skal Føroya rættur hava dómsmenn. Sambært uppskotinum skulu tveir dómsmenn vera í ávísum revsimálum. Og tríggir, tá Landsrætturin er í Føroyum.
Dómsmenn skulu eisini viðgera vanlig revsimál
Dómsmenn eru vanlig fólk, sum viðgera rættarmál saman við løgfrøðiligum dómarum. Í Føroyum eru vanlig fólk tó longu dómarar. Í nevningamálum eru 12 fólk, sum ikki eru løgfrøðiligir dómarar, nevningar.
Í nevningatingum er sakarkravið í minsta lagi fýra ára fongsul. Men sambært nýggja uppskotinum um rættargangslóg fyri Føroyar, skulu dómsmenn eisini viðgera vanlig revsimál, har sakarkravið er minst seks mánaða fongsul.
Í stórum borgaraligum málum, sum hava prinsiellan týdning, verða tríggir løgfrøðiligir dómarar. Málið millum Fíggjarligt støðufesti og oddamenninar í Eik er gott dømi um slíkt sakarmál, har dómsmenn verða brúktir í Danmark.
Nýggja rættargangslógin viðgerast í heyst
Uppskotið sigur eisini, at Føroya rættur kann senda eitt mál beinleiðis til Eystara landsrætt, so fyrsta viðgerðarstig verður har.
Slík mál kunnu fara í Hægstarætt uttan loyvi krevst frá Processbevillingsnævnet. Í uppskotinum um nýggja rættarganglóg fyri Føroyar eru 1086 greinar.
Sambært Løgmansskrivstovuni eru fleiri enn 200 lógarbroytingar gjørdar í donsku rættargangslógini, sum ikki eru settar í gildi fyri Føroyar. Nýggja rættargangslógin skal viðgerast í løgtinginum og í fólkatinginum í heyst.