H71 bukaði Neistan

H71 bukaði Neistan
H71 vann ógvuliga sannførandi á Neistanum í FM-finaludysti í kvøld
 
03.04.2019 - 22:01

Nú stendur á jøvnum millum Neistan og H71 í FM-finalusigrum.

Eftir at hava tapt fyri Neistanum sunnukvøldið, komu hoyvíkingar sterkt aftur í kvøld og vunnu sannførandi.

H71 vann við heili níggju málum, 23-32. Hálvleiksstøðan var 12-16 til H71.

H71 hevði stóran part av dystinum mansverju á Rasmus Søby, og tað ørkymlaði álopsspælið hjá Neistanum.

Í H71-álopinum var bakkurin, Hilmar Leon Jakobsen sera eyðsýndur í dag. Hann bleiv toppskjútti í dystinum við níggju málum.

Nú stendur á jøvnum, 1-1 í finalusigrum. Spælt verður til annað liðið hevur tryggjað sær tríggjar finalusigrar.

Triðja FM-finalan verður spæld í Hoyvíkshøllini skírisdag, 18.apríl

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt páskadagur.
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878