Tórshavnar kommuna álvarsliga átalu

Tórshavnar kommuna álvarsliga átalu
Løgtingsins umboðsmaður hevur givið Tórshavnar kommunu eina álvarsliga átalu fyri handfaringina av einari uppsøgn
 
03.04.2019 - 14:27

Umboðsmaðurin helt ikki, at kommunan hevur hildið reglurnar um víðkaðu partshoyringarskylduna, og metti ikki kommununa hava nøktandi skjalagrundarlag til at staðfesta, at talan var um óloysiligar samstarvstrupulleikar.

Av tí at ósamsvar var ímillum skrivliga grundarlagið hjá kommununi í málinum og frágreiðingina til umboðsmannin um grundarlagið fyri uppsøgnini, gjørdi umboðsmaðurin av at síggja burtur frá pørtum av frágreiðingini hjá Tórshavnar kommunu í viðgerðini av málinum.

Samanumtikið gav umboðsmaðurin Tórshavnar kommunu eina álvarsliga átalu fyri handfaringina av málinum og heitti á kommununa um at viðgera málið av nýggjum og lata seg frætta, hvat víðari hendir í málinum.

Málið er so álvarsligt, at tað eisini er sent borgarstjóranum í Tórshavnar kommunu og landsstýriskvinnuni í kommunumálum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151