- Tíðindi, mentan og ítróttur
12 bilar skrásettir um dagin
12 bilar skrásettir um dagin
Bilatalið í Føroyum veksur framvegis, sambært tølum hjá Akstovuni

Nógvir nýggir bilar koma um dagin til Føroya
Mynd: Savnsmynd
02.04.2019 - 13:02
Sambært tølunum til 1. apríl, vórðu 700 nýggj akfør skrásett í Føroyum í ár. Tað eru 73 fleiri enn í fjør. Bara í mars komu 23 fleiri bilar til Føroya í ár enn í fjør.
Hetta er tó ikki galdandi fyri innflutt brúkt akfør. Tey eru færri í ár enn í fjør. Í báðum førum er talan um persónbilar fyrst og fremst. Nógv tann størsta helvtin er persónbilar, bæði nýggir og brúktir.
Tey 747 akførini, sum eru skásett í Føroyum frá nýggjárinum til 1. apríl í ár geva í miðal 12 skrásetingar hvønn arbeiðsdag hesa tíðini.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV