- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vil ikki gera avtalu fyrr enn pengarnir koma

Heitt verður eisini á kommunur, sum longu hava skrivað undir, um at kanna møguleikarnar fyri at seta avtaluna úr gildi aftur.
Tórshavnar kommuna, sum er nógv tann størsta í landinum, gjørdi avtalu um Talgildu Føroyar í desember í fjør. Talgildu Føroyar fara at kosta kommununum 25 mió. kr. um árið.
Kommunurnar mistu 25,3 mió. í 2018
Orsøkin til hetta stigið hjá Kommunufelagnum er tann, sambært felagnum, at kommunurnar hava ikki fingið tær 25,3 milliónirnar, sum tær mistu, tá løgtingið samtykti at sleppa fyritíðarpensjónistum undan skatti.
Hesir pengar eru ikki komnir enn, hóast bæði løgmaður og landsstýriskvinnan í fíggjarmálum oftari enn einferð og so seint sum í siðstu viku hava lovað kommununum teir.
Sambært Kommunufelagnum mistu kommunurnar 25,3 milliónir krónur í fjør, og tær missa minst tað sama í ár. 1650 fyritíðarpensjónistar vóru í Føroyum í fjør.