- Tíðindi, mentan og ítróttur
Pedagogfelagið nýggjan bygnað

Bygnaðarbroytingar eru gjørdar í Pedagogfelagnum, og nú er ikki longur krav, at í minsta lagi eitt hjálparfólk og tveir námsfrøðingar skulu vera í nevndini.
Tað sæst á heimasíðuni hjá Pedagogfelagnum.
Felagið hevði aðalfund í gjár.
Á fundinum varð eitt uppskot um bygnaðarbroytingar samtykt.
Hetta merkir, at ikki longur er krav, at í minsta lagi eitt hjálparfólk og tveir námsfrøðingar skulu verða í nevndini, skrivar Pedagogfelagið á heimasíðuni.
Við samtyktini stovnsetur Pedagogfelagið eisini trý ráð - Leiðararáð, Námsfrøðingaráð og Hjálparfólkaráð, umframt fakligar áhugabólkar.
Tað merkir, at einstøku fakøkini í felagnum fáa betri umboðan og betri møguleika at varpa ljós á teirra serliga áhuga.
Nevndin verður við hesum betri før fyri at umboða áhugamálini hjá leiðarum, námsfrøðingum og hjálparfólkum í felagnum, skrivar Pedagogfelagið.