Søkja eftir stjórum til sjúkrahúsverkið

Søkja eftir stjórum til sjúkrahúsverkið
Heilsumálaráðið lýsir nú eftir trimum stjórum til sjúkrahúsverkið.
 
30.03.2019 - 09:16

Søkt verður eftir  einum stjóra til Klaksvíkar Sjúkrahús, einum stjóra til Suðuroyar Sjúkrahús og einum stjóra til Landssjúkrahúsið.

Ein av stjórunum skal eisini vera forstjóri fyri alt føroyska sjúkrahúsverkið.

Í starvslýsingini stendur millum annað, at væntað verður, at sjúkrahússtjórarnir hava royndir við at handfara truplar støður. 

Ronnie Midjord hevur sagt seg úr starvinum, sum stjóri á Suðuroyar Sjúkrahúsi, Heri Ellingsgaard hevur sagt seg úr starvinum sum stjóri á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, og Jóannes Erik Køtlum hevur sagt upp sum stjóri á Landssjúkrahúsinum. Hann var eisini stjóri í sjúkrahúsverkinum.

Freistin at søkja stjórastørvini eru 23.apríl.

Starvslýsingin sæst á himr.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151