- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skúlasavn við Gjógv
Skúlasavn við Gjógv
Skúlin við Gjógv skal verða skúlasavn. Tað hevur býráðið í Sunda kommunu samtykt.

30.03.2019 - 13:35
Kommunan hevur gjørt umfatandi ábøtur á skúlan og er nú bert eftir at rudda og gera smærri ábøtur innan.
Ein arbeiðsbólkur mannaður av umboðum fyri felagið Gjómann og Sunda kommunu fer at lýsa bygningin og hvussu komandi virksemi kann skipast. Alt hetta verður gjørt í tøttum samstarvið við Tjóðsavnið, skrivar kommunan á heimasíðuni.
Tjóðsavnið var og vitjaði skúlan við Gjógv fyrr í mánaðanum og saman við umboðum frá felagnum Gjómanni og Sunda kommunu, var ein fyribils ætlan gjørd fyri hvussu arbeiðið skal fara fram.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV