Sev framleiða í Porkeri

Sev framleiða í Porkeri
Vindfelagið í Neshaga, sum er SEV, fær loyvi at framleiða el úr vindorku í Porkeri.
 
30.03.2019 - 10:08

Orka á Umhvørvisstovuni hevur tikið avgerð um at veita Vindfelagnum í Neshaga, sum er SEV, loyvi til elframleiðslu úr vindorku við sjey vindmyllum í Porkeri.

Tá freistin at søkja var úti 1. mars, vóru tvey boð komin inn - frá Vindfelagnum í Neshaga og frá hollendska vindmylluframleiðaranum EWT.

EWT hevur bjóðað við einum felagi undir stovnan, og boðið frá teimum var treytað av, at til bar at fáa føroyskar íleggjarar við. EWT hevur seinni boðað Orku frá, at tað ikki eydnaðist, skrivar Orka.

Boðið frá Vindfelagnum í Neshaga er 31,55 oyru/kWt, sum merkir, at vindfelagið fær hendan prísin fyri framleiðsluna, ið verður latin inn á elnetið hjá SEV.

Boðið frá EWT var 34 oyru/kWt.

Orka á Umhvørvisstovuni sigur, at tey við hesum útboðnum hava tryggjað møguleikan hjá øðrum framleiðarum at bjóða seg fram, samstundis sum fyrilit eru tikin fyri m.a. prísi og veitingartrygd.

Aðrar vindorku-verkætlanir eru eisini í umbúna. 

Eitt útboð er lýst á Eiði og eisini er umsókn móttikin um loyvi til elframleiðslu í Hoyvíkshaganum. Hetta loyvið verður boðið út í hesum døgum, sigur Orka. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151