- Tíðindi, mentan og ítróttur
100 ára minningarhald í Hesti í morgin

Gudstænasta verður kl. 10.30 við prestunum Hera Joensen, Derhardi Jógvansson og Bergi D. Joensen. Eftir gudstænastuna verður farið norður til minnisvarðan á Hálvmørk.
Kelda: Fólkakirkjan.fo
Teir, ið sjólótust 1. apríl 1919 - við fýramannafarinum, Hestoyggin, fórust:
Esmar Poulsen, einkjumaður, 46 ár.
Hans Poulsen, 46 ár; eftir sótu einkja og trý børn, ein sonur og tvær døtur, sum vóru 14, 11 og 3 ára gomul.
Johannes Pauli Poulsen, 17 ár (sonur Hans Poulsen).
Joen Daniel Frederik Danielsen, 45 ár; eftir sat einkja við tveimum døtrum, 6 og 3 ára gamlar.
Við seksmannafarinum, Roysningurin:
Joen Joensen, 53 ár; eftir sótu einkja og tríggir synir, sum vóru 18, 13 og 8 ára gamlir.
Hjalgrim Hentze, 33 ár; eftir sat einkja við tveimum børnum, eini 4 ára gamlari dóttur og einum 1 árs gomlum soni.
Joen Jacob Thomas Zachariasen, 37 ár; eftir sótu einkja og sonur, sum var 4 ár.
Samuel Christoffer Johannesen, 17 ár.
Joen Ferdinand Joensen, 33 ár, ógiftur.
Antonius Martin Christian Colbjørnsen, 26 ár; eftir sat einkja við 18 ára gamlari dóttur og 17 ára gomlum soni (í fyrru giftu).
Frants Danielsen, 19 ár.