- Tíðindi, mentan og ítróttur
Samráðingarnar eru slitnaðar
Samráðingarnar eru slitnaðar
Sáttmálasamráðingarnar í millum manningarfeløgini og Reiðarafelagið slitnaðu í gjár

Samráðingarnar millum manningarfeløgini og Reiðarafelagið eru slitnaðar. Semingsstovnurin er boðsendur.
Mynd: fsn.fo
29.03.2019 - 06:23
Samráðingar millum tey trý manningarfeløgini og Reiðarafelagið slitnaðu seinnapartin í gjár, og partarnir hava sent boð eftir Semingsstovninum.
Terje Sigurdsson, semingsmaður, váttar, at Semingsstovnurin er boðsendur, men hevur onga aðra viðmerking enn tað, sigur hann.
Manningarfeløgini eru Maskinmeistarafelagið, Skipara- og navigatørfelagið og Fiskimannafelagið.
Fimm fundir
Annfinnur Garðalíð, formaður í Skipara- og navigatørfelagnum, skrivar á sínum facebookvanga, at samráðingarnar slitnaðu kl. 16.30 seinnapartin í gjár eftir fimta fundin millum partarnar.
Sáttmálarnir millum feløgini fara úr gildi á midnátt sunnudagin.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV