- Tíðindi, mentan og ítróttur
Depil fyri gomul fólk verður bygdur í Hoyvík
Depil fyri gomul fólk verður bygdur í Hoyvík
Byggifeløgini MT Højgaard og Lofti arkitektar skulu gera umlættingar- og rehabiliteringardepilin í Rólantsgøtu í Hoyvík til eldri fólk í kommununi

Annika Olsen, borgarstjóri, og Bergunn Kass, býráðslimur og forkvinna í Eldranevndini hjá kommununi.
Mynd: Tórshavnar kommuna
29.03.2019 - 06:19
Byggifeløgini MT Højgaard og Lofti arkitektar skulu gera umlættingar- og rehabiliteringardepilin í Rólantsgøtu í Hoyvík til eldri fólk í kommununi.
Byggiarbeiðið varð boðið út í heildararbeiðstøku millum tríggjar arbeiðstakarar.
Í deplinum verða 28 kømur. Kommunan roknar við, at okkurt um 150 fólk fara at búgva í deplinum um árið.
Tá depilin er liðugur, verða umlættingar- og rehabiliteringarpláss á Boðanesheiminum og á Lágargarði flutt í nýggja bygningin.
Harvið verða níggju pláss tøk til føst búpláss, sjey á Boðanesheiminum og tvey á Lágargarði.
Væntandi verður depilin liðugur á heysti 2020.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV