Mentamálaráðið hartar Boga Bech

Mentamálaráðið hartar Boga Bech
Mentamálaráðið finst at leiðsluni á Glasi fyri ikki at kunna næmingarnar um broyttu próvtøku reglurnar
Savnsmynd
Mynd: Leiðslan á Glasi fær nevs frá Mentamálaráðnum fyri at gloyma at kunna triðja árs næmingarnar um, at reglurnar fyri próvtøkur vórðu broyttar afturi í 2016.  
 
28.03.2019 - 16:14

- Tað er ikki nøktandi, at leiðslan á Glasir ikki hevur kunnað næmingarnar um broyttu reglurnar um próvtøkur.

Tað skrivar Mentamálaráðið í niðurstøðuni til kæruna, sum herfyri varð send ráðnum, frá næmingunum í 3.g.

Gomul avgerð

Næmingarnir høvdu einki fingið at vita um, at talið á próvtøkum nú í summar, var broytt heilt afturi í 2016.

Hóast Mentamálaráðið ikki gevur næmingunum loyvi til at sleppa upp til próvtøku eftir gomlu reglunum, so sigur ráðið, at leiðslan á Glasi ikki hevur gjørt sína skyldu í hesum málinum.

Talið á próvtøkum varð økt við kunngerð í mai 2016, og frammanundan hevði m.o. Glasir verið hoyringarpartur. 

Næmingarnir gloymdir

Men næstan trý ár seinni, í mars í ár, kemur fjáltur á næmingar, sum hava fingið frænir av, at próvtøkutalið helst er broytt.

Tá næmingarnir venda sær til leiðsluna á Glasir, varnast leiðslan, at tey púrasta hava gloymt at kunna næmingarnar um trý ára gomlu broytingarnar.

Kærdu til MMR

3.g´ararnir, sum nú skulu upp í fleiri próvtøkum, gjørdu bart og kravdu at sleppa upp eftir gomlu reglunum.

Mentamálaráðið gevur teimum ikki viðhald, men gevur samstundis leiðsluni á Glasir eitt nevs:

- Mentamálaráðið er samt við næmingunum í, at tað ikki er nøktandi, at leiðslan ikki hevur kunnað um broyttu reglurnar.

Ráðið fer at taka hetta upp við leiðsluna á Glasi í næstum, skrivar aðalstjórin í Mentamálaráðnum og løgfrøðingurin í ráðnum til næmingarráðið á Glasi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151