Háskúlin í Sandoynni fingið grønt ljós

Háskúlin í Sandoynni fingið grønt ljós
Hanna Jensen, landsstýriskvinna í undirvísingar og granskingarmálum, hevur góðkent virksemið hjá Háskúlanum í Sandoynni
Katrin Petersen og Hanna Jensen. Háskúlin í Sandoy hevur fingið góðkenning til sítt virksemi í 2019.
Mynd: MMR  
 
28.03.2019 - 18:33

Háskúlin í Sandoynni hevur fingið góðkenning til at fara undir at skipa háskúlaskeið, sum hava eina samanrenning í millum evnini, matlist, tilfeingi, nátturu og náttúrunýtslu. 

Hanna Jensen, landsstýriskvinna í undirvísingar og granskingarmálum, hevur góðkent virksemið hjá Háskúlanum í Sandoynni, boðar Mentamálaráðið frá. 

Talan er um eina royndarskipan í 2019. 

Samstarv

Stýrið fyri háskúlan á Sandi vísir sjálvt á møguleikan at samstarva við eitt nú Fróðskaparsetrið um vitan og um at gera royndir, soleiðis, at tað seinni kann fara at bera til at stovnseta hægri útbúgvingar innan økið. 

Ein annar møguleiki er, at skúlin í Sandoynni samstarvar við Føroya Fólkaháskúla og Ítróttarháskúlan í Suðuroy, so allir tríggir háskúlarnir kunnu bjóða sínum næmingum umbýtisskipanir og vitjanir.

Ein millión krónur eru settar av til virksemið á Háskúlanum á Sandi í ár, sigur Mentamálaráðið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151