- Tíðindi, mentan og ítróttur
Børn flyta í Hoydalar meðan útbygt verður

Í fíggjarætlanini hjá Tórshavnar kommunu fyri 2019 eru 145 fleiri dagstovnapláss enn í 2018.
Men plássini í Hoydølum eru ikki við í fíggjarætlanini. Skúlalonin í Hoydølum verður leigað fyribils í ár og næsta ár til dagsstovn, meðan aðrir stovnar verða útbygdir.
Umsitingin hjá býráðnum mælir til eina eykajáttan til plássini í Hoydølum upp á fýra milliónir og góðar 722.000 kr.
Men teir pengarnir eru ikki við á býráðsfundinum í Havn í kvøld.
Býráðið skal tó taka støðu til pengar til tveir aðrar dagsstovnar í kommununi, Býlingshúsið inni á Gøtu og Býlingshúsið í Maritugøtu.
Talan er um góðar tvær milliónir krónur til 24 vøggustovupláss.
Tórshavnar kommuna er bundin til at geva leiðara, sum hevur verið í farloyvi frá leiðarastarvinum í sambandi við politiskt starv, eitt sambærligt starv sum tað, hann hevði. Hetta kostar 540.000 kr. í ár., sum býráðið eisini skal taka støðu til í kvøld.