- Tíðindi, mentan og ítróttur
Arbeiðsloysið metlágt
Arbeiðsloysið metlágt
Arbeiðsloysið í januar var metlágt, 1,1 prosent

27.03.2019 - 10:47
Í januar 2019 var árstíðarjavnaða fulltíðararbeiðsloysið 1,1 prosent. Hetta er tað minsta, sum nakrantíð er gjørt upp, sæst á heimasíðuni hjá Hagstovuni.
Frammanundan var tað minsta í juni 2008 við 333 persónum, svarandi til 1,2%, vísa nýggjastu tølini hjá Hagstovuni.
Hjá mannfólki var arbeiðsloysið 0,9 prosent og hjá konufólki 1,3 prosent. Í tali var árstíðarjavnaða fulltíðararbeiðsloysið 323 persónar í januar í ár, tað eru 302 færri enn sama mánað í fjør.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV