- Tíðindi, mentan og ítróttur
Aðalráðið trýsti SSL at keypa Alpha Pilot

Tað var ikki við góða viljanum hjá Strandferðsluni, at stovnurin fyrr í mánaðinum keypti Alpha Pilot til at røkja Hestleiðina.
Alpha Pilot - sum nú eitur Spógvin - er ein neyðloysn, sum Strandferðslan ikki er serliga væl nøgd við.
Tað kemur greitt til sjóndar í svarskrivi frá Hilmari Eliasen, stjóra á Strandferðsluni, til Teistanevndina í Hesti.
Hin 7. mars, sama dag sum tað gjørdist alment, at Strandferðslan hevði keypt Alpha Pilot til at røkja Hestleiðinga burturav, spurdi Teistanevndin um hetta keypið og hví nevndin ikki var hoyrd, áðrenn avgerðin var tikin.
Sama kvøld fær Teistanevndin eitt svar frá strandferðslustjóranum.
Bersøgin lýsir hann Strandferðsluna sum eitt stórt klútateppi av ymiskum ferjum, sum allar eru farnar um eftirlønaraldur. Einasta undantak er Smyril.
Men hinar ferjurnar krevja ymiska viðgerð, ymiska trygdarskipan, ymiskt innkeyp, ymiskt viðlíkahaldsprogram, ymiskar certifiseringar, ymiskar arbeiðsætlanir og so framvegis.
-Tað er sostatt null standardisering, sum annars er tað, øll reiðarí stremba fram ímóti til tess at fáa ein meira smidligan rakstur, ljóðar bersøgna niðurstøðan frá Hilmari Eliasen, ið leggur soleiðis afturat:
-Við keypinum av Alpha Pilot hevur Strandferðslan fingið ein bastard afturat.
Hilmar Eliasen heldur ikki, at báturin er serliga væl egnaður.
-Men hann kann brúkast, til ein varandi loysn vónandi kemur, leggur hann afturat.
Sambært svarskrivinum hjá strandferðslustjóranum gav tað ikki meining at hoyra Teistanevndina, áðrenn Alpha Pilot varð keyptur.
-Har var eingin annar bátur at velja í. Valið var stutt sagt "take it or leave it", skrivar Hilmar Eliasen.
Hilmar Eliasen er ikki so avgjørdur í sínum orðavali, tá útvarpið tosar við hann ídag.
Men hann stendur tó við tað, hann skrivaði til Teistanevndina hetta sama kvøldið, Strandferðslan hevði keypt Alpha Pilot.
Sambært Hilmari Eliasen var tað Samferðslumálaráðið, sum byrjaði alt hetta málið. Tað var Samferðslumálaráðið, sum vildi hava bátin keyptan. Stóð tað til Strandferðsluna, so varð Alpha Pilot ikki keyptur.
-Men tú kanst siga, at vit bitu á. Og orsøkin til tað er ein vón um, at báturin kann taka ringasta trýstið av Teistanum, sum annars skuldi røkja tvær farleiðir í vár og summar.
Alpha Pilot kostaði Strandferðsluni 400.000 krónur at keypa, og teir pengarnar finnur Hilmar Eliasen á játtanini til stovnin. Umframt kostnaðin at keypa bátin krevur tað umleið hálvt annað ársverk at reka hann. Eisini teir pengarnar skal stovnurin finna á síni játtan.
Alpha Pilot eitur nú Spógvin - og sambært Hilmari Eliasen fer hann í sigling á Hestleiðini seinni í hesi vikuni.