- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ikki undirtøku ella ikki viðgjørd í umboðsráðnum

Nøkur uppskot, sum eru send til ársaðalfundin hjá Ognarfelagi tryggingartakaranna, eru viðgjørd í umboðsráðnum og hava ikki fingið undirtøku har, sigur formaðurin í ráðnum, Jákup Egholm Hansen.
Onnur uppskot, sum umboðsráðslimir hava sent til ársaðalfundin, eru ikki viðgjørd í umboðsráðnum.
Umboðsráðið hevur tí eitt uppskot á ársaðalfundinum um at seta neyvari treytir, tá einstaklingar í umboðsráðnum kunnu krevja uppskot á skránna til ársaðalfundin.
Umboðsráðið hevur eisini uppskot um dagførdar reglur um valbæri. Tær, sum nú eru, eru meira enn 20 ára gamlar. Krøvini um vælbæri eru eisini herd nú.
Fólk í umboðsráðnum hava eisini sent uppskot til ársaðalfundin. Tey eru seks í tali.
Millum annað er uppskot um at leingja valskeiðið hjá umboðsnevndarlimum úr fýra árum upp í seks ár.
Ársaðalfundurin hjá Ognarfelagnum verður 5.apríl.