TAKS: Útleigarar draga ov nógv frá í skatti

TAKS: Útleigarar draga ov nógv frá í skatti
Nógvir Airbnb-útleigarar draga alt ov nógv frá skattskyldugu inntøkuni, vísir eftirlitsarbeiði hjá skattamyndugleikanum
Við árslok í 2018 vóru 551 føroyskir bústaðir skrásettir hjá Airbnb. Nógvir útleigarar draga alt ov nógv frá skattskyldugu inntøkuni, sigur TAKS
 
21.03.2019 - 16:02

Eftirlitsarbeiði hjá skattamyndugleikanum vísir greitt, at fólk, sum leiga út gjøgnum Airbnb, draga ov nógvar útreiðslur frá, tá ið tey geva leiguna upp til skattingar, ofta heilt upp í 55 prosent. 

Tá ið fólk draga ov nógv frá, so rinda tey ov lítlan skatt, sigur TAKS, sum heldur at vantandi vitan kann vera ein orsøk til, at fólk gera mistøk, sum TAKS málber seg.

 >> SÍ EISINI Taks um Airbnb: Helvtin rindar skatt

Tað er í flestu førum avmarkað, hvat kann dragast frá, tá ið leigað verður út gjøgnum Airbnb. TAKS sigur, at eitt rímiligt boð liggur um 10-15 prosent av leiguinntøkuni og ikki um tey 55 prosentini, sum nógv tykjast halda. 

Bara útreiðslur í sambandi við nýtslu og slit geva rætt til frádrátt, og ikki er loyvt til dømis at seta eini hús í stand til útleigu og so draga ístandsetingina frá, sigur TAKS.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 23. november
Jambalaja - 231124
184069
Leygardag 23. november
Vikan 23. november 2024
184060
Leygardag 23. november
Morgunlestur leygardagur 23.november 2024
183776
Fríggjadag 22. november
Vikuskiftið 22 november 2024
184051
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981