- Tíðindi, mentan og ítróttur
Landssjúkrahúsið fyrireikar sparitiltøk
Fyribilsleiðslan á Landssjúkrahúsinum fyrireikar umfatandi sparitiltøk, nú framrokningar vísa, at millum 20 og 30 milliónir krónur mangla í, bara fyri at varðveita virksemið í ár á sama støði sum í fjør. Higartil hevur leiðslan uppskot um sparingar fyri góðar 13 milliónir.
- Vit hava roynt at finna sparingar, sum ávirka sjúklingin sum minst, hóast hetta er ógjørligt. Tí kann ikki sleppast undan, at sjúklingar verða raktir, skrivar Margit Stórá, virkandi sjúkrahússtjóri, í svari til Heilsumálaráðið ígjár.
Kunnu koma at resta 30 milliónir í
Nakrar dagar frammanundan, hin 8. mars, fær Landssjúkrahúsið eitt slag yvir fingrarnar frá Heilsumálaráðnum. Hetta er sama dag sum sjúkrahússtjórin eftir fund við landsstýriskvinnuna og aðalstjóran tveitir handklæðið í ringin og sigur upp.
Í skrivinum til sjúkrahúsleiðsluna stendur, at Heilsumálaráðið er júst vorið varugt við viðmerking frá landssjúkrahúsinum í roknskapargóðkenningaskipanini, har sjúkrahúsið í rapporteringini fyri januar mánað sigur, at 23 milliónir krónur koma at mangla í, bara fyri at halda status quo.
Í somu viðmerking sigur sjúkrahúsleiðslan, at tá nýggjastu lønarhækkingnar verða tiknar við, kunnu koma at mangla einar 30 milliónir í.
Svarið úr Heilsumálaráðnum er ikki at fara skeivur av:
- Tað áliggur stovnsleiðaranum at skipa soleiðis fyri, at játtanin verður hildin, og skal virksemið tí tillagast givna játtanarkarminum á løgtingsfíggjarlógini.
Margit Stórá, sum tók við sum fyribilsstjóri eftir Jóanis Erik Køtlum, fær tí harraboð um at halda sína játtan.
Hon staðfestir, at yvirskipað eru tríggir ventilar at skrúva á: At stýra játtanin betur enn higartit, at raðfesta viðgerðartilboð og avmarka talið av veitingum, ella at økja játtanina.
Partar av tilbúgvingini sparast burtur
Játtanina fær virkandi sjúkrahússtjórin einki gjørt við - og tí hugsavnar Margit Stórá seg um tveir teir fyrstu møguleikarnar, tá hon leggur sína ætlan fyri Heilsumálaráðið. Virkandi sjúkrahússtjórin mælir til fylgjandi:
- Fleiri seingjardeildir skulu steingjast í átta vikur í summar
- Øll viðgerð uttanlands, sum ikki er akutt, skal steðga beinanvegin
- Tilboðið til parkinson-sjúklingar, serliga endurvenjingin, skal skerjast niður í helvt
- Ætlanin um at seta á stovn eitt svøvnapnø ambulatorium steðgar fyribils
Harafturat skulu partar av tilbúgvingini skerjast burtur. Teistin skal ikki longur vera standby at flyta sjúklingar av Sandoynni til Havnar, tí tað klárar tyrlan einsamøll.
Og serligi trýsttangin, sum landssjúkrahúsið hevur rikið í nógv ár, skal niðurleggjast. Í staðin kunnu sjúklingar við tørvi á viðgerð í trýsttanga flúgvast til Bergen.
Spariátøk fyri 13,3 milliónir
Seinasta spariátakið er at fáa heimild at senda eina rokning til Almannaverkið, hvørjaferð fólk undir 67 ár, eftir at viðgerðin er liðug, ikki kunnu útskrivast og tí taka pláss á sjúkrahúsinum. Her fara 800 seingjardagar, og tað kostar fýra milliónir krónur.
Tilsamans spariátøk fyri 13,3 milliónir krónur. Talið skal setast upp ímóti teimum 20 til 30 milliónunum, sum mangla í, bara fyri at varðveita sama virksemi á landssjúkrahúsinum í ár, sammett við í fjør.
Í løgtinginum í gjár upplýsti Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, at hon fyrireikar eitt uppskot um eykajáttan til sjúkrahúsverkið.