Sirið fær mótmæli við 575 undirskriftum

Sirið fær mótmæli við 575 undirskriftum
Okkurt um 50 starvsfólk á Landssjúkrahúsinum hava seinnapartin verið í Heilsumálaráðnum at handa landsstýriskvinnuni mótmælisskriv og undirskriftir
Bjarni á Steig, yvirlækni, handar Sirið Stenberg 575 undirskriftir og eitt mótmælisskriv frá starvsfólkum á Landssjúkrahúsinum
 
19.03.2019 - 14:49

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, fekk fyri løtu síðani handað 575 undirskriftir frá starvsfólkum á Landssjúkrahúsinum.

Við undirskriftunum vilja starvsfólkini gera vart við sína ónøgd um skiftandi og óstøðugu leiðsluviðurskiftini á Landssjúkrahúsinum.

Stigið at savna undirskriftir varð tikið, eftir at Jóanis Erik Køtlum segði seg úr starvi sum sjúkrahússtjóri, fríggjakvøldið 8. mars.

Umleið 50 starvsfólk á Landssjúkrahúsinum vóru fyri løtu síðani í Heilsu- og Innlendismálaráðnum, har Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, og Turid Arge, aðalstjóri, tóku ímóti teimum.

Vit frætta meira um málið í tíðindasendingunum seinni ídag.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050