Hoyvíkingar hava valt vestmenningar

Hoyvíkingar hava valt vestmenningar
Eftir nýggja kappingarleistinum kann oddaliðið velja sítt móstøðulið í hálvfinalunum, og oddaliðið, H71, hevur valt at spæla hálvfinalurnar móti VÍF
 
18.03.2019 - 12:06

Nú er greitt, hvørji lið hittast í hálvfinalunum í Okkara-deildini. Onnur hálvfinalan verður millum H71 og VÍF, meðan Neistin og Kyndil skulu spæla hina.

Trý lið endaðu á 25 stigum eftir síðstu dystirnar, og tí avgjørdi innanhýsis málmunurin, at H71 er sterkast.

Hoyvíkingar kundu tí gera av, um teir vilja møta Neistanum, Kyndil ella VÍF.

Sonni Larsen, venjari hjá hoyvíkingum hevur boðað frá, at H71 hevur valt at spæla í móti VÍF í hálvfinaluni.

Tað merkir so, at hin hálvfinalan verður millum Kyndil og Neistan.

Hoyvíkingar hava takið á VÍF

Hálvfinaluliðini hava hitst tríggjar ferðir í landskappingini.

Hoyvíkingar hava vunnið allar dystirnar á VÍF, meðan Neistin og Kyndil hava vunnið hvør sín og spælt ein javnleik.

Dystarskráin kemur seinni, boðar Hondbóltssambandið frá.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947