Yvirskotið hjá landskassanum ov lítið

Yvirskotið hjá landskassanum ov lítið
Kommunurnar og almennu feløgini eiga at koma við langtíðar íløguætlanum, heldur Búskaparráðið
Djóni Højgaard, formaður í Búskaparráðnum.
 
08.03.2019 - 13:07

Kommunurnar og almennu feløgini eiga at koma við langtíðar íløguætlanum.

Og kravið um, at kommunur ikki mugu skylda meira enn eina álíkning, virkar ikki sum ætlað.

Kommunur kunnu verða avmarkaðar ov nógv í ringum tíðum, tá inntøkurnar hjá teimum eru lítlar, og tær brúka ov nógvar pengar, tá inntøkurnar eru stórar. 

Tað sigur Búskaparráðið í várfrágreiðing sínari, sum verður almannakunngjørd í dag.

Hóast landskassin hevur havt yvirskot í nøkur ár, eru hesi yvirskot ov lítil, sambært Búskaparráðum.

Tey gera ikki landskassan mótstøðuføran í ringum tíðum. 

Og tey megna ikki haldførisavbjóðingarnar, tí fólkasamansetingin broytist. Fólk liva longur nú, so støðugt fleiri fólkapensjónistar eru í Føroyum.

Líka nógvar íløgur í ringum tíðum

Búskaparráðið mælir til, at búskaparpolitikkurin verður lagdur soleiðis til rættis, at til ber at hava eina javna íløgugongd í bæði ringum og góðum tíðum. 

Sum nú er, verða fáar íløgur gjørdar í ringum tíðum og ov nógvar í senn í góðum tíðum.

Búskaparráðið sigur eisini, at avmarkað veiðitrýst fremur størri búskaparligt avkast sum frá líður. 

Búskaparráðið mælir til at selja veiðirættindi á einum marknaði.

Hetta ger, at trýstið á politisku skipanina um at seta eitt ov stórt veiðitrýst minkar. Og vinnan verður við einum veiðigjaldi eggjað til at gera íløgur í effektivari fiskiskip, sigur Búskaparráðið. 

Ráðið sigur, at verandi støða hjá búskapinum er eitt gott høvi til at avmarka veiðitrýstið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 17. februar
Norðurljóð 17.februar
187247
Mánadag 17. februar
Til lukku Eyðun & Atli
187881
Mánadag 17. februar
Morgunlestur mánadagur 17.februar 2025
186670
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 16. februar
VÍF - Kyndil, menn
187840
Sunnudag 16. februar
Guðstænasta úr Havnar kirkju
187829
Leygardag 15. februar
2. hálvfinala hjá monnum: H71 - KÍF
187825
Leygardag 15. februar
H71 - Neistin, kvinnur
187824
Fríggjadag 14. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187762