Lógin um vælferð kemur fyri forsorgarlógina

Lógin um vælferð kemur fyri forsorgarlógina
Millum nógvu uppskotini, sum koma í løgtingið í dag, er vælferðarlógin hjá landsstýrinum
Almannaverkið byggir upp eina endurvenjingartænastu.
 
07.03.2019 - 11:56

Millum nógvu uppskotini, sum koma í løgtingið í dag, er vælferðarlógin hjá landsstýrinum.

Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, leggur fram lógaruppskotið.

Vælferðarlógin kemur í staðin fyri gomlu forsorgarlógina, sum er ein donsk lóg frá 1960’unum.

Hóast nógvar dagføringar eru gjørdar, er forsorgarlógin ikki longur tíðarhóskandi.

Viðlíkahaldsvenjing

Lógaruppskotið, sum kemur í tingið í dag, gevur landsstýriskvinnuni heimild at skipa tænastur, sum hava verið eftirspurdar í nógv ár. 

Eitt nú fær hon heimild til at skipa viðlíkahaldsvenjing í Almannaverkinum.

Venjingin verður partur av endurvenjingartænastuni, sum Almannaverkið stigvíst og miðvíst hevur bygt upp seinnu árini.

Í lógini er eisini ásett, at fólk skulu takast við uppá ráð, fáa skjóta og góða ráðgeving og stuðlast, so tey kunnu liva eitt so vanligt lív sum gjørligt. 

Dentur verður lagdur á fyribyrging, og at veitingar og tænastur skulu virka og eggja til størri sjálvhjálpni.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050