Vilja ikki samstarva við flokkin hjá Orban

Vilja ikki samstarva við flokkin hjá Orban
Borgarligu flokkarnir í ES-tinginum halda, at flokkurin hjá ungarska forsætisráðharranum er ov víðgongdur
 
02.03.2019 - 09:53

Átta evropeiskir flokkar krevja, at ungarski flokkurin, Fidesz, sum Viktor Orban, forsætisráðharri, stendur á odda fyri, verður koyrdur úr borgarliga bólkinum í Evropa-tinginum, EPP.

Flokkarnir hava skrivað til formannin í tingbólkinum, har teir krevja, at Fidesz verður koyrdur burturúr, tí ósemjan er so stór, skrivar bretska dagblaðið Financial Times.

Orban hevur funnist at integrasjónspolitikkinum í ES og ES-nevndarformanninum, Jean-Calude Juncker.

Funnist verður at Fidesz fyri at lata sum einki í grundleggjandi rættarprinsipiellum málum og fyri at avmarka talu- og skrivifrælsið.

Atkvøða 20. mars

Borgarligir flokkar í Grikkalandi, Svøríki, Belgia, Portugal, Finnlandi og Hollandi eru millum teirra, sum vilja reka Fidesz úr EPP í ES-tinginum.

Ætlanin er at atkvøða um spurningin 20. mars.

Val verður til ES-tingið í mai, og sambært veljarakanningum í Ungarn, stendur Fidesz til at fáa 53 prosent av atkvøðunum, ella 13 tingsessir. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andaktin
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859