- Tíðindi, mentan og ítróttur
Valár og ein rúgva av uppskotum komin í løgtingið
Valár og ein rúgva av uppskotum komin í løgtingið
Okkurt um 60 uppskot komu, tá freistin hjá løgtinginum var úti á middegi í gjár.

Løgtingið fingið nógv uppskot til seinasta framløgudag.
01.03.2019 - 12:05
Okkurt um 60 uppskot komu, tá freistin hjá løgtinginum var úti á middegi í gjár.
Tey verða løgd fram hósdagin í næstu viku, tá Løgtingsskrivstovan hevur kannað tey.
Mál, sum skulu viðgerast í tingsetuni, men ikki vóru komin løgtingsskrivstovuni í hendi á middegi í gjár, mugu hava 17 undirskriftir fyri at verða løgd fram.
Í 2016, 2017 og 2018 komu millum 40 og 50 uppskot seinasta framløgudagin.
Valár koma fleiri uppskot seinasta dagin. Í ár okkurt um 60 og í 2015, sum eisini var valár, komu 61 uppskot seinasta framløgudagin.
Sambært álmanakkanum hjá løgtinginum fer løgtingið í summarfrí fríggjadagin 3.mai.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV