Metingarnevndin sett

Metingarnevndin sett
Nevndin, ið skal taka støðu til menningarkvoturnar, er nú sett
 
01.03.2019 - 13:13

Metingarnevndin, ið skal taka støðu til umsóknirnar um menningarkvotur, er nú sett. Tað boðar Fiskimálaráðið frá í tíðindaskrivi.

Limir í nevndini eru Gestur Hovgaard, Arnbjørn Egholm, Guðrið Andorsdóttir, Rúna Hjelm, Bartal Dulavík. Varalimir eru Mathea Hilduberg og Eyðun Leo.

37 umsóknir komu inn

Gestur Hovgaard, Arnbjørn Egholm, Guðrið Andorsdóttir vóru eisini við í nevndini, ið viðgjørdi menningarkvoturnar í fjør.

Metingarnevndin viðger og ger tilmæli um at játta menningarkvotur. 37 umsóknir komu inn um menningarkvotu, tá freistin var úti klokkan 15 seinnapartin í gjár.

Nøgdin av menningarkvotu í ár eru 11.711 tons av svartkjafti, 3.159 tons av makreli og 4.695 tons av norðhavssild. Í fjør komu 38 umsóknir inn um menningarkvotu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. februar
Kallið: "Eg varnaðist, at deyðin var har".
188104
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151