- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lønin hjá tingfólkum hækkar

Samstundis dettur viðbótin uppá 2.000 krónur, sum tingfólk fáa nú, burtur. Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, hevur lagt uppskot fyri tingið um samsýning og eftirløn hjá tingfólki.
Skotið verður eisini upp at fara frá verandi skipan um tænastumannapensjón, til eina skipan, har landið rindar upp í 15 prosent av lønarsamsýningini í eina góðkenda eftirlønarskipan.
>> SÍ EISINI Nú verða lønirnar endurskoðaðar
Lønarútreiðslurnar til tingfólk verða mettar at hækka úr góðum 18 milliónum krónum upp í umleið 21 milliónir krónur. Afturat hesum fer landið at rinda upp í 15 prosent í eftirlønargjaldi til hvørt tingfólk.
Ein leyslig meting vísir, at útreiðslurnar til eftirløn fyrstu tíðina hækka umleið 10 prosent, tað eru góðar tvær milliónir krónur um árið, stendur í viðmerkingunum til uppskotið.
Nýggja skipanin verður galdandi fyri tingfólkini, sum verða vald á løgtingsvalinum seinni í ár.
>> SÍ EISINI Løgmaður og landsstýrisfólk hægri løn
Grundarlagið undir uppskotinum er eitt tilmæli frá einum arbeiðsbólki, sum løgtingsformaðurin setti at endurskoða løgtingslógina um samsýning og eftirløn hjá løgtingsfólkum.
Í arbeiðsbólkinum sótu Jógvan Amonsen, ríkisgóðkendur grannskoðari, Gunn Ellefsen, advokatur, og Maria á Dul, HR-leiðari.