- Tíðindi, mentan og ítróttur
Freistin at søkja menningarkvotu er seinnapartin
Freistin at søkja menningarkvotu er seinnapartin
Freistin at søkja um menningarkvotur fyri í ár er klokkan 15 í dag

28.02.2019 - 11:17
Søkjast kann um 11.711 tons av svartkjafti, 3.159 tons av makreli, 4.695 tons av norðhavssild.
Hetta eru aðru ferð, at til ber at søkja um menningarkvotur. Menningarkvota kann latast fyri eitt ár, tvey ár, trý ár ella fýra ár.
Av samlaðu nøgdini fyri hvørt fiskaslag skal í minsta lagi ein fjórðingur latast fyri 1 ár, sigur Fiskimálaráðið. 38 søktu um menningarkvotur í fjør, og níggju fingu menningarkvotu.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV