Kósin fingið álvarsliga átalu fyri arbeiðsóhapp

Kósin fingið álvarsliga átalu fyri arbeiðsóhapp
Arbeiðsgongdin var ikki nóg trygg, tá ein trukkur koyrdi á ein mann, sum arbeiddi hjá Kósini í Klaksvík
Kósin í Klaksvík
 
27.02.2019 - 11:21

Arbeiðs- og brunaeftirlitið hevur gjørt niðurstøðu um eitt arbeiðsóhapp í Klaksvík 14. juni í fjør.

Ein 49 ára gamal maður fekk stóran skaða í óhappinum. Hann misti høgra bein, niðan fyri knæið, tríggjar mánaðir seinni.

Arbeiðs- og brunaeftirlitið gevur partafelagnum Kósini eina álvarsliga átalu.

Vil hava frágreiðing

Og eftirlitið vil hava eina frágreiðing frá Kósini um, hvussu ætlanin er at tryggja, at arbeiðið kann gerast vandaleyst.

Niðurstøðan er, at tað er sera umráðandi, at koyrandi trukkar og fólk í arbeiði ikki eru so nær hvørjum øðrum, at bara heilt fá fótafet gera mun. 

Farleiðin hjá trukkum eigur ikki at órógva fólk, sum eru til arbeiðis, sigur Arbeiðs- og brunaeftirlitið.

Óhappið hendi, tá tann, sum fekk skaða, bakkaði út frá skiljibandinum, samstundis sum trukkurin, sum koyrir fisk á skiljibandið, kom framvið og rendi á hann.

Arbeiðs- og brunaeftirlitið sigur, at arbeiðið var ikki nóg væl fyriskipað og stýrt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050