- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggj verklagslóg fyri Marknagilsdepilin

Ein nýggj verklagslóg fyri Marknagilsdepilin verður løgd fyri tingið í næstu viku.
Upprunaliga verklagslógin fór úr gildi á nýggjárinum, og fyri at kunna brúka tær 14,4 milliónirnar, ið eru settar av á fíggjarlógini at gera skúlan lidnan fyri, er neyðugt við einari nýggjar verklagslóg. Uttan verklagslógina er ongin heimild at brúka peningin.
Verklagslógin sigur, at tær 14,4 milliónirnar skulu brúkast til at gera skúlan lidnan.
Meirkostnaðurin, ið er komin undan kavi fyri byggingina, er ikki partur av verklagslógini.
Seinasti framløgudagugr í tinginum er 7.mars. Uppskot, sum skulu leggjast fram til hesa freist skulu vera løgtingsskrivstovuni í hendi í seinasta lagi 28.februar klokkan 12.
Eftir 7.mars skulu uppskot hava undirskriftir frá 17 tingfólkum um tey skulu leggjast fram í løgtinginum.