Kyndil avgjørdi í fyrra hálvleiki

Kyndil avgjørdi í fyrra hálvleiki
Kyndil er steypavinnari í hondbólti. Serliga í fyrra hálvleiki vóru tær grønu úr Havn greitt omaná
 
23.02.2019 - 16:43

Hóast greipuvinnarin frá í fjør, VÍF, var favorittur undan dystinum, so lat Kyndil ongan iva vera um, hvar sigurin fór.

Tíðliga í fyrra hálvleiki fór tær undan VÍF, og tá liðini fóru til hálvleik tóktist alt avgjørt, tí Kyndil var á odda heili 17-9.

Tíðliga í seinna hálvleiki svaraði VÍF aftur, men tað eydnaðist ongantíð at minka munin til meira enn fýra mál.

Kyndil tók yvir aftur móti endanum av seinna hálvleiki, og tað endaði eisini við sannførandi sigri við sjey málum, 31-24.

Kyndil-VÍF 31-24 (17-9)

Durita C. Jojic VÍF 9 mál
Turið Arge Samuelsen Kyndil 6 mál
Marianna G. Eystberg Kyndil 6 mál
Bára K. Hansen Kyndil 6 mál

 

Hetta er fjórðu ferð, at Kyndil er steypavinnari í kvinnuhondbólti.

Hinir steypasigrarnir komu í 2000, 2014 og 2017.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947