Formanskjak beinleiðis í Kringvarpinum

Formanskjak beinleiðis í Kringvarpinum
Kringvarpið sendir mikukvøldið beinleiðis frá formanskjaki á árliga fiskivinnutinginum í Klaksvík, nú Torradagar eru
Kringvarpið sendir í kvøld beinleiðis frá formanskjaki á árliga fiskivinnutinginum í Klaksvík. Myndin er frá kjakinum fyrraárið
Mynd: KvF  
 
19.02.2019 - 15:20

Formanskjak beinleiðis í sjónvarpinum og útvarpinum. Hvussu hava menningarkvoturnar riggað? Koma fiskidagar ístaðin fyri kvotur? Hvørjar broytingar fara at verða í fiskivinnuni eftir løgtingsvalið?

Millum annað hetta verður kjakast um á árliga Fiskivinnutinginum á Torradøgunum í Klaksvík. Kjakið verður sent beinleiðis úr skúlanum á Skúlatrøð. Áhoyrarar hava eisini møgulleika at seta spurningar.

Fiskivinnutingið verður sent beinleiðis í sjónvarpinum og útvarpinum mikukvøldið klokkan 19. Vertir eru Jón Brian Hvidtfeldt og Beinta Løwe.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. februar
Kallið: "Eg varnaðist, at deyðin var har".
188104
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151