Markið er 22 vikur og ikki 28

Markið er 22 vikur og ikki 28
Av tí at ivi er um, nær markið er millum abort og deyðføðing, ger Heilsumálaráðið vart við markið, sum er ásett í heilsulógini
Markið millum abort og deyðføðing er 22 vikur.
 
15.02.2019 - 07:32

Av tí at ivi er um, nær markið er millum abort og deyðføðing, hevur Heilsumálaráðið gjørt vart við markið, sum er ásett í heilsulógini, sum kom í gildi í Føroyum 1.september í fjør.

Markið er 22 vikur.  

Ivi hevur verið um markið í Føroyum, antin tað er 22 ella 28 vikur. 

Í Sundhedsloven, sum kom í gildi í Føroyum 1.september í fjør, er greitt ásett, at markið millum abort og deyðføðing er 22 vikur.

Hetta markið hevur týdning, sigur Heilsumálaráðið. 

Hevur týdning

Spurningurin, um talan er um abort ella deyðføtt barn, hevur týdning fyri rættindini hjá kvinnuni eftir føðingina, til dømis í sambandi við barsilsfarloyvi. 

Verða børn fødd eftir at 22.vika er farin afturum, livandi ella deyð, er talan um eitt barn, sum til dømis skal jarðast og skrivast í kirkjubókina.

Tað skal eisini staðfestast, hvør er pápin. 

Og barnið skal við í burðarhagtølini.

Er barnið deytt, tá tað verður føtt, skal líksýn gerast.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949