- Tíðindi, mentan og ítróttur
MMR fær tvey landsstýrisfólk

Umboð úr samgonguni sótu til langt út á gjárskvøldið og royndu at fáa politisku kabalina at ganga upp, og sum skilst bleiv semja gjørd um, at Mentamálaráðið fær tvey landsstýrisfólk.
Óváttað tíðindi eru um, at Hanna Jensen úr Framsókn verður landsstýriskvinna í undivísingarmálum, meðan eitt av verðandi landsstýrisfólkum hjá Tjóðveldi fær restina av mentanarpartinum, sum fevnir um stjórnaruppgávur, politisku umsitingina og menning.
Sum er hevur Hanna Jensen forkvinnusessin í Mentanarnevndini hjá Løgtinginum, og seint í gjárskvøldið vildi Tjóðveldi fegin hava Óluvu Klettskarð í tann sessin, men enn eru tey tíðindini ikki váttað.
Bíða eftir løgmanni
Kringvarpið hevur roynt at fáa viðmerking frá Akseli V. Johannesen, løgmanni, men hann er á veg av landinum í privatum ørindum, men sum skilst, so skuldi ein fráboðan koma frá honum um nýggju manningina í landsstýrinum.
Mentamálaráðið setti í fjør Hjalmar Hansen sum stjóra í nýggja Undirvísingarstýrinum, sum verður verðandi har, sum Mentamálaráðið í dag er, á Hoyvíksvegi í Havn.
Hin parturin av mentamálunum skal so halda til í Tinganesi. Tíðindini um politisku kabalina, sum er er gingin upp, eru sum áður nevnt ikki váttað.